Vanlukkan á Toftavatni

50 ára gomul tøgn verður nú brotin
Hálva øld ár eftir syndarligu vanlukkuna, tá ið tríggir smádreingir druknaðu á Toftavatni, seta drongurin, sum slapp frá vanlukkuni við lívinum, og tey avvarðandi hjá teimum, sum druknaðu, orð á tað, sum higartil ikki hevur verið tosað so nógv um
Jóannes Hansen
Mánadagurin 31. august 1964 stendur negldur í sinninum og minninum á øllum teimum á Toftum og í bygdunum í grannalagnum og so nógva staðni kring landið, sum tá vóru uppi á døgum, og ivaleyst hevur frásøgnin um henda dagin eisini nomið so nógv onnur. Seint seinnapartin henda góðveðursdagin skolaði vanlukkan yvir bygdina. Tríggir smádreingir – 10 og 11 ára gamlir – druknaðu á Toftavatni. Ein javnaldur teirra slapp frá vanlukkuni við lívinum.
Upp á ein máta var hetta, sum tá ið boðini bórust um, at John F. Kennedy var skotin. Tey, sum eru farin eitt sindur upp um tey fimmti, minnast framvegis, hvar tey vóru stødd, hvørjum tey vóru saman við, og hvat tey tókust við. Hoyggingin var í hæddini, konur hongdu klæði út á snór, onkur málaði, konur vóru í fiski og menn vóru til skips. Sammett við syndarligu skotini í USA í november árið fyri, so rakti hetta persónliga so ógvuliga meint. Elskuligir synir og brøður og fittir vinmenn og skúlafelagar vóru í einum nú tiknir burtur. Bygdin græt. Dreingirnir vórðu bornir til hús hetta sama kvøldið, og so vóru teir jarðaðir úr fimleikarahøllini í Tofta skúla og haðani í Nes kirkju og so í kirkjugarðin á Nesi.
Sunnudagin 31. august verða tað 50 ár síðani vanlukkuna á Toftavatni. Nú hava tey avvarðandi tikið stig til, at minningarløta verður hildin á staðnum, og tá verður minnispláta avdúkað. Tað verður pápi ein av dreingjunum, skjótt 90 ára gamli Jákup Mikal Mikkelsen, sum fer at avdúka plátuna. Martin Restorff Jacobsen, prestur, og Jóannes Símunarson Hansen, sum tá var 17 ára gamal og taldist millum tey fyrstu, ið komu á vanlukkustaðið, fara at siga nøkur orð. So verður felagssangur, Petur Hans Hansen og onnur fara at syngja tveir sangir, og eftir haldið verður boðið til ein drekkamunn í Tofta skúla.
Teir tríggir, sum druknaðu á Toftavatni vóru:
John Mikkelsen, føddur 22. juni 1953. Sonur Annu fødd Hansen av Toftum og Jógvan Edvard Mikkelsen. Anna doyði ung, og John vaks upp hjá mostrini Raganhild og Frank Gaardbo. Pápin giftist uppaftur í Noregi.
Jákup Mikkelsen, føddur 19. februar 1954. Sonur Ninu og Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum.
Oddmar Andreassen, føddur 21. januar 1954. Sonur Hildu og Magnus (Magga ) Andreassen í Runavík. Tey vóru stutt frammanundan flutt av Toftum.
Vanlukkan
Tann einasti, sum var eygnavitni til vanlukkuna og harvið kann greiða frá, er Hanus Davidsen, sum er ættaður av Toftum og býr í Havn. Eftir skúlatíð henda mánadagin fór hann saman við vinmonnunum yvir á Toftavatn.
Hanus Davidsen hevur ongantíð áður greitt frá ræðuleikanum, sum hann upplivdi. Nú sigur hann soleiðis:
-Oddmar var saman við foreldrunum, Hildu og Magga, og systkjunum stutt frammanundan fluttur inn til Runavíkar at búgva. Hann gekk framvegis í skúla á Toftum. Vit fýra vóru floksfelagar, og eftir at vit tríggir á Toftum høvdu verið við hús við skúlataskunum, fóru vit yvir á Toftavatn. Vit vistu, at ein flatbotnað jolla lá har, og vit ætlaðu at fara ein rógvitúr við henni. Hetta var einki óvanligt. Barnaheimið hjá mær var dygst niðri við sjóvarmálan. Vit spældu dagliga í fjøruni, og tað kom meiri enn so fyri, at vit fingu karm.
-Tá ið vit komu yvir á Toftavatn, fóru vit í lítlu jolluna, og so róðu vit nakrar metrar út frá. Eina ferð sóu vit eitt petti av einari bambustráðu ikki so langt frá okkum. Ein royndi at rætta seg eftir tráðuni, men tað toldi jollan ikki, og hon koppaði. Vit fóru allir undir, og vit komu allir upp aftur í sama borði av jolluni. Eg dugi ikki at siga, hvussu djúpt tað var, men vit gryntu ikki. Har lógu vit so. Eingin okkara dugdi at svimja, men eg royndi at koma inn ímóti. Tað eydnaðist. Ein av hinum kom aftan á mær, men tað eydnaðist ikki hjá honum, og skjótt hvurvu hinir báðir eisini.
Hjá 10 ára gamla Hanusi Davidsen var einki annað at gera, enn at renna heim til mammu at siga frá:
-Eg minnist væl, hvussu eg rann og leyp upp um hegnini á vegnum. Eg møtti fyrst einum manni, Dia inni í Króki, og so Jákupi Lamhauge, sum seinni var lærari á Toftum. Nú eru teir báðir farnir. Teir spurdu meg hvør í sínum lagi, hví eg var so vátur, og eg segði teimum. Tá ið eg kom til hús, spurdi mamma sama spurning, og so fór hon at ringja. Eg haldi, at hon mundi ringja til tey avvarðandi hjá ein av hinum dreingjunum, greiðir Hanus Davidsen frá.
Næstu dagarnar minnist hann lítið til.
-Eg minnist, at allar kisturnar fóru á einum lastbili út um Heygarnar. Kanska helt eg meg eitt sindur fyri meg sjálvan ta fyrstu tíðina. Møguliga spurdi onkur vinmaður um hetta. Eg minnist tað ikki, og tað varð ikki tosað aftur um hetta. Tá var eingin sálarfrøðingur, og eingin eftirviðgerð, og tú royndi sum frægast at koma víðari.
Tíðindini ferðaðust skjótt
Haldor Gaardbo, fosturbróður John Mikkelsen, Annika Gunrim og Elinbjørg Petersen, systrar hjá Oddmar Andreassen, og Jákup Mikal Mikkelsen, pápi Jákup Mikkelsen, hava tikið stig til minningarhaldið á 50 ára degnum fyri vanlukkuni á Toftavatni. Hetta halda tey vera eitt slag av punktum fyri tað, sum millum lítið og einki hevur verið tosað um, men sum hevur fylgt so mongum hesa hálvu øldina.
Mikukvøldið hittust tey saman við teimum báðum, sum skulu siga nøkur orð sunnudagin, og eisini systkjunum hjá John Mikkelsen, Eileri, sum býr á Toftum, og Annu, sum býr í Noregi og er komin heim í sambandi við minningarhaldið, og so var undirritaði við eisini. Eftir at hava tosað saman um tað, sum er á skránni sunnudagin, kom tosið inn á vanlukkuna og tað, sum tey avvarðandi upplivdu.
Samveran endaði á Toftavatni, har vanlukkan hendi fyri 50 árum síðani. Tað er bara onkur hendinga av teimum, sum hevur vitað, hvar vanlukkan var, og onkur í familjunum hava ongantíð verið yviri aftur á Toftavatni.
-Eg var í Grønlandi við Havborgini, tá ið tíðindini bórust. Telegrafisturin á Jóannesi Patursson las tíðindini. Hann nevndi eingi nøvn, men hetta neit fast hjá mær, og eg var ikki í iva um, at tað var onkur í familjuni, sum var farin. Dagin eftir rópti skiparin meg upp á brúnna og bar mær boðini. Eg var 15 ára gamal, og tá ið eg kom heim aftur, varð einki tosað um hetta. Ikki fyrrenn nú, vit fóru at tosa um at seta minnisplátuna, fekk eg Jóannes S. Hansen at vísa mær, hvar hetta gekk fyri seg, sigur Haldor Gaardbo.
Eisini Jákup Mikael var burtur:
-Eg var á sild norðanfyri við Silver Spray. Áðrenn telegramm kom til mín, hevði eg hoyrt hetta úr Danmark, har tað hevði verið í tíðindunum. Eg fór inn við Jens Christian Svabo, sum tá var vaktarskip. Tað var ógvuliga tungt. Nina arbeiddi í fiski inni í Heiðum. Avtalan var, at sonurin skuldi fara inn til hennara, tá ið teir vóru lidnir at spæla á Toftavatni og so koma út við henni. Tað var gott, at skipað varð so fyri, at dreingirnir lógu heima, inntil jarðarferðin var. Men síðani hevur ikki verið tosað nógv um hetta, sigur Jákup Mikael Mikkelsen.
Hini fýra – Eiler og Anna og Elinbjørg og Annika – taka undir við tí, at fyri eftirtíðina var tað gott, at dreingirnir hetta sama kvøldið vórðu bornir til hús og lógu í stovunum, inntil jarðarferðin var fríggjadagin 4. september.
-Vit vóru stutt frammanundan flutt inn í Heiðar at búgva. Hetta var ein sólskinsdagur. Eg var 9 ára gomul, og harvið var tað so stutt millum Oddmar og meg. Dagurin stendur ljóslivandi fyri mær og tað, sum hendi aftaná. Mamma segði, at vit høvdu havt Odmar til láns, og nú hevði Jesus pápi tikið hann aftur til sín. Eg veit ikki, um vit tilvitað goymdu hetta burtur, men tað varð ikki gloymt, hóast vit ikki tosaðu so nógv aftan á, sigur Elinbjørg Petersen.
Talið var ókent
Stutt frammanundan vanlukkuni vóru Karla og Símun Hansen flutt í húsini, sum tey høvdu latið byggjað á Mýrunum. Frumborni teirra, Jóannes S. Hansen, var 17 ára gamal. Hann setur soleiðis orð á:
-Eg sat og spældi á flyglið í stovuni og sá dreingirnar á vatninum. Á veg inn í deild C at keypa – hetta var millum fimm og hálvgum seks – varð órógv á ferðsluni. Tá ið eg kom út aftur, fór eg oman á vatnið og sá, hvussu støðan var. Hetta var ræðuligt. Smiðir, sum smíðaðu hús á Mýrunum, vóru komnir á staðið og høvdu tikið dreingirnar upp. Eina løtu ivaðust teir í, um tað mundu vera uppaftur fleiri, tí teir kendu ikki talið. Fólk kom úr grannalagnum og av Toftum, og tað varð roynt at arbeiða upp á teir. Eina løtu seinni vórðu teir bornir niðan til okkara. Har varð hildið fram at arbeiða upp á teir, men tað gjørdist einki. So varð steðgað. Vit fóru øll úr húsinum, og seinni á kvøldi vórðu dreingirnir fluttir til hús.
Millum teirra, sum var eygnavitni á staðnum, meðan tað varð roynt at veita kunstigan andadrátt, var Eiler Mikkelsen, beiggi John Mikkelsen:
-Eg var fjúrtan ára gamal. Tá ið dreingirnir vórðu bornir av staðnum og inn til Karlu og Símun, fór eg einsamallur til gongu yvir aftur á Toftir. Tað var lítið hugaligt, og eftir hetta varð millum lítið og einki tosað um hetta, sigur Eiler Mikkelsen.
Mátturin í samanløgdu hondunum
Nakað eftir vanlukkuna fóru Maja og Christian Høj av Strondum og yvir í Runavík at vitja Hildu og Magga Andreassen. Christian var mammubeiggi Hildu.
Mikumorgunin í hesi vikuni – knappliga hálvt hundrað ár eftir syndarligu vanlukkuna, har sonur hennara Odmar var millum teir tríggjar, sum fórust – andaðist Hilda 88 ára gomul. Hon verður jarðað á Nesi í morgin undir liðini á manninum, sum fór fyri fjórðingsøld síðani.
Tá ið Maja og Christian Høj vitjaðu, helt Christian fyri við systirdóttrina, hvussu hon orkaði at liva tungu dagarnar eftir vanlukkuna. Hilda svaraði, at Der er magt i de foldede hænder. Christian skilti ikki tilsipingina. Hilda segði honum so frá um sálmin hjá norðmanninum Trygve Bjerkheim, sum tey plagdu at hoyra í ynskikonsertini í norska útvarpinum
Tá var einki net og einki google. Eitt sindur seinni fekk Hilda bræv frá mammubeiggjanum á Strondum. Tá hevði hann funnið fram til norska sangin, sum hann hevði umsett til føroyskt. Ti er hesin sangurin á føroyskum:
Orð: Trygve Bjerkheim
Lag: Øivind Fritjof Tønnesen
Týtt úr norskum: Christian Høj
Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur,
- hóast hondin var lítil og veik,
tá til alveldis Gud tú teim vendir,
aldri neyðstadda barn sítt hann sveik.
Svar hans ávegis er, einglar bera tær boð,
um tað drálar, tað fram tó skal ná.
Hetta játtar tær sannleikans trúfasti Gud:
“Heit á meg, og tú bjarging skalt fá!”
Tínum barni og vininum kæra,
sum tú baðst fyri ár eftir ár
- lat bert ótol og mistreysti fara,
ein dag sendir tær svar Harri vár.
Tú fekst mátt, tá tú helt saman hendur
og í navni hans bað tína bøn.
og tann dag, hann tær ferðarboð sendir,
tú skal sanna, at stór var tín løn.
Familjan hjá John Mikkelsen
Jógvan Edvard Mikkelsen av Viðareiði og Anna f.Hansen av Toftum bygdu uppi á Regni um 1950.
Joen Edvard Mikkelsen av Miðlagnum á Viðareiði, f.29.aug.1913, d.aug.1998, giftist við Annu
Katrinu Venturu Hansen úr Rekkjuni á Toftum, f.14.jul.1919, d.14.sep.1954, í barnsferð, dóttir Johannes
Hansen, úr Túni, og Rachel f.Højgaard, av Tippinum í Rituvík. Jógvan Edvard var sonur
Elias Frederik Mikkelsen, Lias á Miðlagnum, ættaður har Suðuri á Norðtoftum, men uppvaksin á
Miðlagnum, og Henriettu Marie f.Heinesen, úr Beiti í Leirvík.
Jógvan Edvard og Anna bygdu uppi á Regni um 1950 og fingu trý børn, sum fóru til fosturs, eftir at
Anna var deyð í barsilssong (1 - 3):
1. Eiler Terji Mikkelsen, f.5.jul.1950, vaks upp hjá mostrini, Lelu, og Dánjal Jacob Hansen inni á
Regni. Eiler er ógiftur og eigur hús á Toftum.
2. John Mikkelsen, f.22.jun.1953, fór til mostrina, Ragnhild, og Frank Gaardbo í Brekkum. Hann
druknaði 31. august 1964 á Toftavatni (Innara vatn) saman við tveimum øðrum dreingjum,
Jákup Mikkelsen og Oddmar Andreassen, báðir 10 ára gamlir.
3. Anna Mikkelsen, f.14.sep.1954, vaks upp hjá ommuni á Toftum, Rachel. Hon er gift við Knud
Sundsrud í Noregi, f.1942, har hon hevur búð har síðan 1978. Tey búgva í Ørje í Suðurnoregi,
beint við svenska markið, og eiga tvey børn (a - b):
a. Ole Edvard Sundsrud, f.4.jun.1981, er giftur við Silju Sørensen frá Sandnes. Børn: Linnea
og Johannes.
b. Astrid Kristine Sundsrud, f.8.feb.1991.
Jógvan Edvard giftist uppaftur við Jorunn úr norður Noregi, f.11.jul.1929. Tey búsettust í Tennfjord
á Ålesund leiðini og fingu ein son: Edvard Jostein Mikkelsen, f.10.jan.1958. Jorunn hevði verið gift
áður og átti døturnar Torhild og Mildrid.
Knud Erik og Lina Andersen keyptu síðan húsini.
Familjan hjá Jákup Mikkelsen
Jacob Micheal Johannes Olevinus Mikkelsen úr Torbisgerði, f.okt.1924, sonur Micheal Mikkelsen,
av Dunga, og Karolinu f.Joensen, av Kjalnesi í Kollafirði, giftist við Joninu (Nina) Hansen uttan av
Rætt á Nesi, f.1926, d.17.jul.2010, dóttir Martin Hansen, av Rætt, og Johonnu f.Olsen, oman av
Regni á Toftum.
Jákup Mikal og Nina búsettust uttarlaga á Toftum og fingu seks børn (1 - 6):
1. Kára Mikkelsen, f.2.des.1949, d.14.des.2004, giftist við Sigmundi Djurhuus av Selatrað, f.28.
des.1943, sonur Joen Jacob Djurhuus, av Selatrað, og Hannu f.Joensen, av Lambareiði. Tey
búsettust á Heygum og fingu fýra børn (a – d):
a. Bjørg Djurhuus, f.14.apr.1968, er gift við Ingolf Petersen úr Skúla í Saltnesi, f.15.jun.1959,
sonur Jóannes Ingvard Petersen, úr Skúla, og Jóhonnu f.Johansen, úr Gørðum á Strondum.
Tey búgva Undir Nesinum og eiga tvey børn (1 – 2):
1) Sarita Petersen, f.6.des.1989.
2) Kára Petersen, f.10.sep.1993.
b. Jákup Djurhuus, f.9.okt.1969, er giftur við Ann Jacobsen úr Saltangará, f.3.apr.1970, dóttir
Høgna Jacobsen og Sólfríð f.Andreasen, bæði úr Havn. Mamma Sólfríð, Dagmar
f.Højgaaard, er úr Króki á Toftum. Jákup og Ann búgva í Saltangará. Børn (1 – 3):
1) Elisabeth Jákupsdóttir Jacobsen, f.13.jun.1987, er gift við Petur Oluf Herason Solmunde
úr Saltangará, f.2.nov.1985, sonur Hera Hansen, av Glyvrum, og Poulu f.Solmunde,
úr Søldarfirði. Børn: Heri Solmunde, f.7.jan.2011, og Høgni Solmunde, f.7.
jan.2011.
2) Sólfríð Djurhuus, f.10.apr.1996.
3) Sigmundur Djurhuus, f.17.jul.2000.
c. Sheila Djurhuus, er gift við Bergmann Finnsson úr Lamba, f.12.jul.1973, sonur Bjørn
Finnsson, úr Lamba, og Mariu f.Jacobsen, úr Norðragøtu. Børn (1 – 3):
1) Bjarti Bergmannsson, f.21.aug.2002.
2) Karolina Bergmannsdóttir, f.18.jun.2006.
3) Josefina Bergmannsdóttir, f.25.aug.2008.
d. Uni Djurhuus.
2. Johanna Mikkelsen, f.22.feb.1951, er gift við Martin Asmund Sofu Hammer Gøthe í Norðragøtu,
f.26.sep.1948, sonur Samuel Jacob Gøthe, av Fløtti í Norðragøtu, og Kalu f.Hammer,
úr Kinn í Oyndarfirði. Tey búgva í Norðragøtu og eiga fýra børn (a – d):
a. Heidi Gøthe.
b. Jákup Gøthe, eigur tveir dreingir: Tróndur og Hákun.
c. Annika Gøthe, eigur tvey børn: Ronan Farrelly og Kala Farrelly.
d. Martin Gøthe.
3. Jákup Mikkelsen, f.19.feb.1954, druknaði á Toftavatni 31. august 1964 saman við tveimum
øðrum dreingjum: John Mikkelsen, 11 ár, og Oddmar Andreassen, 10 ár.
4. Hansmar Mikkelsen, er ógiftur og býr heima.
5. Jákoba Mikkelsen, er gift við Debes Hammershaimb Christiansen úr Havn. Tey eiga trý børn
(a – c):
a. Nina Mikkelsen.
b. Sára Debesardóttir.
c. Magnus Debesarson.
6. Ragna Mikkelsen, er gift við Shawn Mauche úr USA, har tey búgva og eiga trý børn (a - c):
a. Ian Mikkelsen Mauche.
b. Connor Orion Mauche.
c. Nina Anne Mauche.
Familjan hjá Oddmar Andreassen
C. Magnus (Maggi) Andreasen, f.24.jun.1927, d.14.aug.1989, giftist við Hildu Martinu Jacobu
Andreu Johansen av Trøðni á Strondum, f.23.okt.1926, dóttir Christian Johansen, av Trøðni,
og Mariane Christine Høj, av Lag á Strondum. Tey búðu fyrst á Toftum, bygdu fyrst í 1960-
unum í Runavík, og áttu seks børn (1 - 6):
1. Marianna F. Andreassen, f.13.jun.1952, d.23.okt.1987, var gift við Hjaltur Tausen í Runavík,
f.13.sep.1952, sonur Jaspur Tausen, úr Runavík, og Metta Manella Helena Olsen, úr
Rituvík; ongi børn.
2. Oddmar Andreassen, f.31.jan.1954, druknaði á Toftavatni 31. august 1964 saman við
tveimum øðrum dreingjum, John Mikkelsen, 11 ár, og Jákup Mikkelsen, 10 ár.
3. Elinbjørg Andreassen, f.28.apr.1955, er gift við Eyðbjørn Petersen úr Norðragøtu, f.23.
sep.1952, sonur Hans Peter Petersen, úr Glyvra-Hanusarhúsi í Norðragøtu, og Petru
Mariu f.Poulsen, av Skipanesi. Tey búgva í Saltnesi og eiga tveir dreingir (a - b):
a. Bogi Eyðbjørnson Petersen, f.26.feb.1979, og Ingun Jacoba Jacobsen av Toftum,
f.25.jun.1978, eiga eina dóttir: Eyðbjørg Bogadóttir Jacobsen, f.30.jul.2002.
Bogi er giftur við Elinborg Sámalsdóttir Lervig av Skála, f.1.nov.1980. Tey búgva í
Saltnesi og eiga ein son: Sámal Petur Bogason Petersen, f.24.jun.2012.
b. Oddmar Eyðbjørnsson Petersen, f.3.okt.1985.
4. Annika Andreassen, f.2.mai. 1958, er gift við Kristian Olsen frá Gøtugjógv, f.8.aug.1956,
sonur Johan Olsen, úr Tøðuni við Gøtugjógv, og Marnu f.Kjærbo, úr Sumba. Tey búgva í
Saltnesi og eiga fýra børn (a - d):
a. Oddvá Kristiansdóttir, f.6. nov.1979, er gift við Mortan Hansen av Glyvrum, f.27.feb.
1979. Tey eiga tvey børn: Annika Mortansdóttir Hansen, f.17.feb.2005, og Klara
Mortansdóttir Hansen, f.14.okt.2008.
b. Jóhan Magnus Kristiansson Olsen, f.13.mai.1985, er giftur við Beintu Ákadóttir Ellingsgaard
av Eigi. Tey eiga eina dóttir: Malin Gunrim Olsen.
c. Marna Kristiansdóttir, f.16.jun.1987.
d. Hilda Kristiansdóttir, f.2.mai.1991.
5. Kitty Andreassen, f.29.sep.1960, er gift við Hjaltur Tausen úr Runavík, f.13.sep.1952.
Hjaltur var giftur við systur hennara, Marionnu, ið doyði ung. Kitty og Hjaltur eiga ein
son: Jaspur Magnus Tausen, f.24.feb.1995.
6. Eyðstein Andreassen, f.9.okt.1961, er giftur við Sigbjørg Joensen úr Leirvík, f.31.okt.
1967, dóttir Jákup Joensen, úr Leirvík, og Hannu f.Andreasen, úr Rituvík. Tey búgva í
Runavík og eiga tríggjar dreingir: Jákup Andreassen, f.12.mar.1988, Magnus Andreassen,
f.18.apr.1992, og Odd Andreassen, f.19.sep.1994.
Fosturforeldur hjá John Mikkelsen við familju
Frank Gaardbo úr Brekkum, f.14.sep.1923, d.9.jun.1981, sonur Haldor Gaardbo og Theresu
f.Højgaard (6.hús), giftist 26. mai 1945 í Nes kirkju við Ragnhild Johonnu Hansen úr Rekkjuni
á Toftum, f.3.okt.1926, d.1.des.2013, dóttir Johannes Hansen, úr Túni, og Rachel f.Højgaard,
av Tippinum í Rituvík. Tey fingu seks børn og høvdu ein fosturson (1 - 7):
1. Hilmar Gaardbo, f.29.mai.1945; livdi bert í nakrar tímar.
2. Haldor Samson Gaardbo, f.5.sep.1948, er giftur við Marjun Wenningsted Við Rætt av
Rætt á Toftum, f.10.jun.1951, dóttir Hanni f.Olsen, av Rætt, og Margith f.Wenningsted
Jacobsen, úr Havn - seinni fingu Hanni og Magith sær eftirnavnið Við Rætt. Haldur og
Marjun keyptu húsini hjá Petur Eli Mikkelsen inni í Gerði, ið hevði verið lærari á Toftum
1960-67, giftur við Ninnemu f.Jacobsen úr Fuglafirði. Haldur og Marjun fingu trý
børn (a - c):
a. Jan Gaardbo, f.23.apr.1968, er giftur við Dagmar Hansen av Roykheyggi í Saltnesi,
f.21.feb.1968, dóttir Árna Hansen, av Roykheyggi, og Johild f.Heinesen, úr Haldórsvík.
Tey keyptu hús á Toftum, men búgva nú í Herning, og eiga fýra dreingir (1 - 4):
1) Frank Gaardbo, f.9.nov.1990.
2) Johan Gaardbo, f.12.feb.1995.
3) Árni Gaardbo, f.26.mai.1999.
4) Haldor Gaardbo, f.22 mar 2007.
b. Drongur, f.25.mai.1970; livdi bert í nakrar tímar.
c. Joan Gaardbo, f.2.mai.1973, doyði 2. apríl 1995 í Íslandi av sjúku.
3. John Mikkelsen, f.22.jun.1953, fostursonur - hann kom til teirra eitt ára gamal, eftir at
mamma hansara, Anna, var deyð í barsilssong. Anna var systir Ragnhild - gift við Jógvan
Edvard Mikkelsen av Miðlagnum á Viðareiði (Sí Jógvan Edvard Mikkelsen). John druknaði
31. august 1964 á Toftavatni (Innara vatn) saman við tveimum øðrum dreingjum:
Jákup Mikkelsen og Oddmar Andreassen, báðir 10 ára gamlir.
4. Jórun Gaardbo, f.29.jul.1953, er gift við Marner Herluf Egholm Olsen úr Vestmanna,
f.17.sep.1952, sonur Magnus Olsen, av Bakkanum í Vestmanna, og Thominu Jakobinu
f.Egholm, úr Vestmanna. Tey búgva í Vestmanna. Børn (a - c):
a. Maigun Gaardbo Olsen, f.31.aug.1972, er gift við dananum Allan Poulsen. Tey
búgva í Aalborg og áttu tveir dreingir (1 – 2):
1) Niclas Poulsen, f.3.aug.2004, d.30.aug.2010.
2) Magnus Poulsen, f.12.okt.2008.
b. Áki Gaardbo Olsen, f.30.jun.1977, er giftur við Sólind Oskarsdóttir av Sondum á
Sandi, f.25.sep.1977, dóttir Oskar Oskarsson, av Sandi, og Jonna á Sondum Estbú, av
Sondum á Sandi. Tey hava bygt í Vestmanna og eiga tvey børn (1 – 2):
1) Jóna Olsen, f.8.nov.1996.
2) Marner Olsen, f.19.okt.2005.
c. Ragnhild Olsen, f.21.aug.1984, sambúgvi er Høgni Juul úr Funningi, f.27.mai.1985,
sonur Sámal Petur Meinhard Eilif Juul, úr Funningi, og Jyttu Jacobinu f.Meinhardsdøttur
Poulsen, úr Hvannasundi. Tey eiga eina dóttir (1):
1) Mai Olivia Høgnadóttir, f.18.apr.2008.
5. Tóra Gaardbo, f.7.aug.1959, er gift við Narva Eyðunsson úr Vági, f.26.jun.1951, sonur
Eliesar Danielsen Eyðunsson, ættaður við Ánna Lítlu í Vági, og Andreu f.Klyver, úr
Tvørgarðinum í Porkeri. Tey búðu í Vági, nú á Toftum, og eiga eina dóttir (a):
a. Jónfríð Eyðunsson, f.29.okt.1982, og Lasse Bøg Rom Jensen úr Svendborg eiga ein
son (1):
1) Narvi Elias Bøg Jensen, f.26.mar.2011.
6. John Gaardbo, f.7.okt.1964, doyði 17. september 1981 av ferðsluvanlukku á Toftum.
7. Ann Gaardbo, f.15.mar.1967, giftist 23. juni 1989 við Høgna Hansen av Toftum, f.2.sep.
1964, sonur Debus Hansen, av Stykkinum á Nesi, og Torborg f.Olsen, oman av Regni.
Tey búgva Undir Nesinum og eiga tvær gentur (a - b):
a. Torborg Hansen, f.15.sep.1988.
b. Ragnfríð Hansen, f.30.mai.1993.


